Av tí at so fáir súkklarar eru í Føroyum, eru bilførarar ikki vanir við súkklarar í ferðsluni. Tí mást tú vera serliga ansin og tryggja tær, at bilførarar síggja teg.
Skilagott er at vera í klæðum í bjørtum litum í dagsljósi ella endurskinsvesti, so tú sæst væl.
Í skýming og myrkri er best at vera í endurskinsvesti, so síggja bilførarnir teg betur, hóast tú hevur ljós á súkkluni.
Á súkklu skulu vit altíð minnast til, at hóast vit hava rætt at súkkla, so mugu vit vera ansin, tí súkklarin er altíð tann veiki í samanstoyti.
Tá ið tú súkklar, skalt tú halda teg innast til høgru.