Tá ið tú møtir øðrum í ferðsluni, eru reglur fyri, um tú ella hini skulu halda av. Soleiðis sleppa vit undan samanstoytum.
Reglurnar eita víkiskyldur.
Hóast vit hava reglur fyri, hvør skal halda av fyri hvørjum, er týdningarmikið, at tú altíð ert ansin, tí tú kanst ikki vita við vissu, at hini hava sæð teg og halda av.
Skilagott er at royna at lesa av, hvat hini í ferðsluni fara at gera.