Hevur tú treytaleysa víkiskyldu, skalt tú halda av fyri hinum.
Bæði teimum frá høgru og teimum frá vinstru.
Súkklar tú og kemur til treytaleysa víkiskyldu, skalt tú seta ferðina niður og rætta hondina upp. Hervið vísir tú hinum, at tú fert at steðga. Súkkla aftur, tá ið eingin tvørgangandi ferðsla er.