Tíverri, tú hevur svarað skeivt!
Hurðin stendur opin. Kanska onkur er á veg úr bilinum. Tá ið tú hevur ferð á súkkluni, er vandamikið at renna á eina bilhurð.
Tryggast er at minka ferðina og ikki fara fram við bilinum, fyrr enn tú ert vís/ur í, at bilførarin ikki letur bilhurðina longur upp.
Minst til altíð at hyggja aftur um teg, áðrenn tú súkklar uttan um parkeraðar bilar – ella aðrar súkklarar.