Vanliga hava vit treytaðleysa víkiskyldu. Tá skalt tú halda av fyri øllum – bæði frá høgru og vinstru.
Tá ið vit ikki hava treytaleysa víkiskyldu, hava vit høgra víkiskyldu. Her skalt tú halda av fyri teimum, sum koma høgrumegin frá.
Hóast tú hevur rætt at súkkla, um ferðsla bara kemur frá vinstru, er skilagott at bíða til bilurin er farin framvið. Um tú við vissu veitst, at bilurin frá vinstru hevur sæð teg, kanst tú halda fram. Minst til eygnasamband!