Áðrenn tú snarar til høgru ella vinstru, skalt tú geva tekn.
Tað gert tú við at rætta hondina út tann vegin, tú fert at snara.
Tó at tú hevur gjørt tekn, kanst tú ikki vera vís/ur í, at onnur hava sæð teg gjørt teknið. So áðrenn tú til dømis snarar, mást tú tryggja tær, at hini í ferðsluni hava sæð teg. Um tú ivast, bíða á tryggum staði til bilarnir eru farnir framvið.