Áðrenn tú steðgar, skalt tú geva tekn, sum vísir hinum í ferðsluni, at tú fert at steðga.
Tú gert tekn at steðga við at rætta hondina upp.
Hóast tú gevur tekn at steðga, skal tú ikki taka fyri givið, at bilar og/ella súkklur hava sæð teg gjørt tekn, so tú mást allatíðina taka fyrivarni fyri, at onnur møguliga ikki hava sæð teg gjørt tekn.