Í ferðsluni verður samskift við teknum, skeltum og strikum á vegnum.
Fram við vegnum eru skelti, sum siga, hvussu tú skalt bera teg at í ferðsluni.
Áðrenn tú steðgar ella broytir kós, skalt tú ávara onnur. Tað gert tú við at geva tekn.
Hóast tú hevur gjørt tekn, kanst tú ikki vera vís/ur í, at bilførarin hevur sæð teg. Um tú ivast, steðga á tryggum staði, og bíða til tú trygt kanst fara víðari.