Í Føroyum eru ikki nógvir súkklarar, og tí geva bilførarar sær ikki altíð far um tey, sum súkkla.
Heilt fáar súkklubreytir eru her. Tí mugu súkklarar vera serliga varnir í ferðsluni og altíð tryggja sær, at bilførarar síggja teir.
Summastaðni er rættast at fara av súkkluni og leiða hana.