Skilt verður millum bleyta og harða ferðslu. Bleyt ferðsla er fólk til gongu, á súkklu og á prutli, meðan hørð ferðsla er bilar, lastbilar o.l. Bleyt ferðsla eru ferðandi, sum eru illa vard og tískil í størri vanda í ferðsluni enn hørð ferðsla, har tann ferðandi m.a. er vard/ur av eini kabinu.
Í ferðsluni hava øll skyldu til at vísa atlit hvør fyri øðrum, men serlig atlit skulu vísast bleytu ferðsluni, sum er í størri vanda fyri at fáa álvarsligan skaða.