Tá tú fyllir 15 ár, standa 10 tey vandamestu árini í ferðsluni fyri framman. Í tíðarskeiðnum 1970-2006 vóru tey 15-24 ára gomlu 18 % av samlaða fólkatalinum í Føroyum, men tey stóðu fyri 40 % av deyðsvanlukkunum í ferðsluni.
Hetta kemst serliga av, at tey ungu:
- Byrja at koyra prutl og seinni bil
- Koyra ólógliga, taka váðar og eru gáloysin í ferðsluni.
- Koyra uttan hjálm