Eg vil eisini siga við øll børn í Føroyum: Minnist til hjálmin – hvørja ferð.
Soleiðis virkar hjálmurin:
Hjálmurin dempar stoytin, so at slagið móti høvdinum ikki verður so hart. Eisini javnar hann stoytin yvir eina størri flatu, so at løsturin ikki bert rakar høvdið í eitt punkt. Brúkar tú hjálm, minkar vandin fyri løsti á høvdið við 60-80%.