Mamma mín sigur, at hjálmurin eigur lívið í mær. Hon sigur, at vit eru heppin, at eg ikki havi fingið varandi mein. Eg havi ikki fingið kenslurnar aftur í øllum fingrunum enn, men eg venji bæði armar og fingrar, fyri at alt skal koma upp á pláss aftur. Eftir súkkluóhappið er mamma eitt sindur bangin um meg, tá eg fari út at súkkla, men hon veit, at eg ongantíð súkkli uttan hjálm.