Vandi fyri vanlukku veksur nógv, tess skjótari ið koyrt verður. Í samanstoyti bráðsteðgar bilurin.
Skaðin valdast fyrst og fremst um ferðina hjá bilinum. Tó at bilurin steðgar, heldur kroppurin fram við somu ferð, sum bilurin koyrdi, til hann verður loftaður av til dømis bilbelti ella rakar rútin/róðrið. Er ferðin nógv, kann tað skaða kroppin ógvusliga.
Á myndini sæst, at fólk til gongu árend av bili, sum tí ikki hava bil at taka stoytin, eru nógv viðbreknari enn fólk í bili. Eisini sæst, at tað er ikki líka stórur vandi at doyggja í samanstoyti gron í gron sum í síðusamanstoyti. Tað kemst av, at akfør eru bygd til at standa ímóti harðari samanstoyti við gronini enn við síðuni
Verður rent á fólk til gongu við 70 km/t, vísir myndin,er 100% vandi er fyri, at fólkið doyr.