Mangan er tað ikki súkklarin, men onnur í ferðsluni, ið elva skaða.
Ein hurð á einum parkeraðum bili kann fara upp beint framman fyri teg. Onkur gongur út fyri teg, ella onkur rennir á teg.
Tú kanst ongantíð vita við vissu, at hini halda ferðslureglurnar ella hava sæð teg.
Hvat kanst tú gera fyri at sleppa undan óhappum?