Hini kunnu bara halda av, hava tey sæð teg.
Tí skal tú altíð tryggja tær, at tú sæst. Sært tú ikki tey, síggja tey heldur ikki teg!
Er tú í iva, um annar í ferðsluni hevur sæð teg, royn at fáa eygnasamband. Eygnasamband beinir fyri nógvum misskiljingum. Fært tú ikki eygnasamband og ert í iva, um hin hevur sæð teg, skalt tú steðga á og bíða á tryggum staði.