Kemur ein frá vinstru ímóti tær, hevur tú rætt at halda fram at súkkla, men hóast tú hevur rætt at súkkla, mást tú vera ansin. Tí tað er ikki vist, at bilførarin hevur sæð teg. Bíða tí heldur til bilurin er farin framvið og súkkla so, tá tað er trygt at fara.
Hinvegin um tú við vissu veitst, at tann frá vinstru heldur av, kanst tú halda fram. Tað kanst tú við at fáa eygnasamband við bilføraran. Ivast tú í, um bilførari hevur sæð teg, steðga á tryggum staði og bíða til bilarnir eru farnir framvið.