Tíverri, tú hevur svarað skeivt!
Bilførarin í myrkagráa bilinum sær teg ikki fyri tí ljósa bilinum. Skilabest er at bíða, til bilurin hevur snarað inn á gøtuna. Tá ið tú ert vís/ur í, at myrkagrái bilurin heldur av, kanst tú halda fram. Um tú ivast steðga so á.
Tú skalt súkkla tætt við kantsteinin, men ansa eftir, at tú ikki rennur á kantsteinin og dettur. Tað er vandamikið at steðga mitt á einum krossvegi. Kemur bilur frá einari av hinum síðunum, stendur tú fyri.
Heldur tú, at bilførarin í myrkagráa bilinum sær teg?