Hav eyguni við skeltum. Tey siga tær, hvussu tú eigur at bera teg at í ferðsluni.
Minst til at geva tekn, áðrenn tú steðgar ella snarar. So vísir tú hinum ferðandi, hvat tú fert at gera. Tíverri kann eingin vera vísur í, at hini ferðandi hava sæð teg gjørt tekn, so tryggja tær eisini, at tað, tú gert, er trygt.
Minst til at hyggja, um onnur geva tær tekn.