Súkklan skal hava neyðuga útgerð, so hon er lóglig og trygg.
Eisini skal hon hava endurskin og lyktir, so tú sæst allastaðnis frá, eisini tá ið sýnið er ringt.
Súkklan skal hava góðar bremsur, so tú kanst bremsa og súkkla uttan um forðingar.
Hon skal hava ringiklokku at ávara onnur.
Er lás á súkkluni, er hon ikki so løtt at stjala.