Tað kann verða dýrt, um tú koyrir ólógliga á prutli. So nógv kostar tað, um tú:
- hevur eitt tunað prutl - 1.000 kr.
- koyrir prutl við ongum hjálmi á høvdinum, ella í hjálmi, sum ikki er spentur – 500 kr.
- hevur onnur sitandi afturat tær á prutlinum – 500 kr. fyri hvønn
Verður tú tikin triðju ferð við tunaðum prutli, fært tú eina bót á 1.500 kr., umframt at prutlið verður tikið frá tær.