Babba kom við mær í sjúkrabilin til Havnar. Eg varð lagdur á eina børu, sum tey kalla eitt 'spineboard'. Har spentu tey meg fastan fyri at verja høvdið, nakkan og ryggin. Mamma fór og segði beiggja og systur míni frá vanlukkuni. Síðan kom mamma eisini suður á sjúkrahúsið.