Hey. Eg eiti Ólavur. Eg eri 9 ár og búgvi í Hvalvík.
Stutt undan summarfrítíðini (í 2012) fór eg ein túr á súkklu saman við vinmonnunum. Vit vóru á veg úr Streymnesi til Hvalvíkar, tá standarin á súkkluni knappliga kom fyri, og eg fór sendandi útav vegnum og niður í eina grøv í vegjaðaranum.
Var eg ikki í hjálmi tann dagin, hevði eg nokk ikki verið her í dag.